- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin lodna til
Eingin lodna til
Alt ov lítil lodna er við Ísland til, at hon kann fiskast
04.02.2020 - 07:51
Í januar var gýtingarstovnurin sambært fyribils metingum 64.000 tons, sum er nógv minni enn lágmarkið fyri at loyva fiskaríi aftur.
Trý skip leita eftir lodnu við Ísland, havrannsóknarskipið Árni Friðriksson og uppsjóvarskipini Hákon og Polar Amaroq.
Leygardagin byrjaði nýggj máting, sum varar í hvussu so er til hálvan februar. Í dag fer uppsjóvarskipið Aðalsteinn Jónsson eisini at leita eftir lodnu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV