- Tíðindi, mentan og ítróttur
Huawei sleppur at menna 5G í Bretlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/huawei_3.jpg?itok=SUfx6m-r)
Kinesiska telefelagið, Huawei, sleppur at vera við til at menna 5G-netið í Bretlandi.
Tað boðaði Boris Johnson, forsætisráðharri, frá, eftir at hann fyrrapartin hevði verið á fundi í landsins trygdarráði
Tað fylgja kortini treytir við.
M.a. skal felagið kannast væl og virðiliga, eins og øll hini feløgini, sum liggja framvið, og Huawei sleppur ikki at veita meir enn 35 prosent av tøknini til 5G í Bretlandi.
Gera ímóti USA
Sostatt ger bretska stjórnin ímóti amerikanska viljanum, um at halda Huawei burtur frá allari útbygging av 5G-netinum.
USA sigur, at Huawei er í lummanum á kinesisku stjórnini, sum nýtir útbúnaðin til m.a. njósning.
Norski professarin, Olav Lysne, sum hevur skrivað eina bók um viðurskiftini hjá Huawei, sigur, at lond eiga ikki gleivbeint at taka ímóti tøkni frá nøkrum einstøkum felagi.
Hann heldur, at best er at gera, sum bretar nú gera, og keypa tøkni frá fleiri, sum selja útgerðina.