- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava forboð fyri einnýtisplasti
Vilja hava forboð fyri einnýtisplasti
Javnaðarflokkurin hevur lagt fram uppskot til samtyktar

Ingilín D. Strøm hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin
22.01.2020 - 13:48
Javnaðarflokkurin vil hava forboð fyri óneyðugum einnýtisplasti.
Flokkurin hevur lagt fram uppskot til samtyktar um slíkt bann.
Flokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið lógaruppskot, sum bannar óneyðugum einnýtisplasti.
Tá tosað verður um óneyðugt einnýtisplast er tað tí, at framvegis verður mett at vera neyðugt at brúka einnýtisplast á ávísum økjum, so sum handskar og annað, sum fyribyrgja smittu á sjúkrahúsum, sigur Javnaðarflokkurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV