Skipini koma á Flemish Cap í dag

Skipini koma á Flemish Cap í dag
Jógvan I. er longu komin á fiskileið
Jógvan I. er longu komin á fiskileið
 
20.01.2020 - 11:10

Tey seks føroysku frystilínuskipini, sum eru farin á Flemish Cap, koma hagar í dag, øll uttan Jógvan I, sum longu er komin á Flemish Cap.

Ågot hevur eisini fingið loyvi at fiska á Flemish Cap, men hann er ikki farin hagar enn.

Toskakvotan á Flemish Cap er nógv minni í ár enn hon var í fjør.

Í ár er kvotan 1.907 tons. Talan er um felagskvotu.

Í fjør var kvotan 3.911 tons. 2.635 tons vóru felagskvota, og 1.276 tons vórðu seld á uppboði.

Fiskiskapurin hevur verið sera góður á Flemish Cap undanfarin ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179