- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturoyartunnilin kann verða seinkaður
Eysturoyartunnilin kann verða seinkaður
Arbeiðið at tetta lekarnar í tunlinum krevur meira tíð enn mett
20.01.2020 - 17:00
Eysturoyartunnilin skal eftir ætlan verða klárur at taka í brúk í desember í ár, men í løtuni er óvist, um arbeiðið fer at halda tíðarætlanina.
Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar, sigur, at enn er ov tíðliga at staðfesta, um arbeiðið verður liðugt til ásetta tíð, men hann ásannar, at tíðarætlanin er knøpp.
Tað er serliga arbeiðið at tetta lekar í tunlinum, ið krevur meira tíð enn upprunaliga mett.
Tað seinkar onnur arbeiði, ið ikki kunnu gerast, fyrr enn liðugt er at tetta lekarnar.
Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin byrjaði í 2016, og tunnilin fer at stytta farleiðina millum Havnina og Skálafjørðin munandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV