Alifeløgini tóku 78.000 tons í fjør

Alifeløgini tóku 78.000 tons í fjør
Hetta er munandi meira enn í fyrraárið, og meðalvektin var eisini størri
 
14.01.2020 - 09:03

Teir tríggir alarnir í Føroyum tóku sløk 78.000 tons av laksi í fjør, skrivar Havbúnaðarfelagið.

Hetta er nógv meira enn í 2018, tá talið var 65.000 tons, og tað var 71.000 tons í 2017.

Laksatalið var tó eitt eitt vet minni í fjør enn tað var í 2017.

Men laksurin vigaði meira í fjør, so tí er tonsatalið størri í fjør enn í 2017.

Havbúnaðarfelagið sigur, at í fjør varð miðalvektin 5,45 kg.

Hon var 4,89 kg. í 2017 og 4,87 kg. í 2018.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740