- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita nú eftir lodnu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lodnuskip.png.jpg?itok=95tXcfvj)
Felagið hjá teimum, sum eru í íslendsku fiskivinnuni, og havrannsóknarstovnurin høvdu fund í gjár. Har varð samtykt, at tvey uppsjóvarskip og havrannsóknarskipið Árni Friðriksson fara at leita mánadagin.
Leitingin hjá uppsjóvarskipunum kostar góðar 3,2 milliónir krónur í okkara pengum. Havrannsóknarstovnurin rindar helvtini av teimum, skrivar Morgunblaðið.
Atfinningar hava verið frá vinnnuni og størstu kommununi á Eysturlandinum nú í vikuni, tí eingin leitar eftir lodnu.
Íslendski statskassin misti nógvan pening
Seinast, leitað varð eftir lodnu, var í oktober í fjør. Tá var eingin lodna at síggja. Í fjør varð eingin lodna fiskað í Íslandi, tí eingin lodna var at fáa. Hetta var fyrstu ferð í hálva øld, at tað hendi.
Hóast okkurt skip leitaði í 75 dagar í fjør, var eingin lodna at finna. Mett verður, at íslendski statskassin misti okkurt um 250 milliónir krónur í fjør, tí eingin lodna var.
Í 2018 útflutti Ísland lodnu fyri slaka milliard krónur í okkara pengum. Føroyingar hava lodnukvotu í íslendskum sjógvi.