Jóhan á Plógv Hansen verður við móti Íslandi

Jóhan á Plógv Hansen verður við móti Íslandi
Lasse Svan hevur trupulleikar við økslini og legginum, og er ikki førur fyri at spæla
 
08.01.2020 - 11:46

Nú er greitt, at Jóhan á Plógv Hansen verður við, tá danska hondbóltslandsliðið spælir fyrsta dystin í EM-endaspælinum móti Íslandi.

Kappingarneyti hansara á høgra vongi, Lasse Svan, er skaddur og ásannar, at hann ikki verður førur fyri at spæla leygardagin.

Lasse Svan hevur trupulleikar við bæði økslini og legginum.

Vandi ikki fyrrapartin

Lasse Svan vandi ikki við danska landsliðnum í Frederiksberg fyrrapartin í dag. Hann veit heldur ikki at siga, nær hann verður tøkur aftur, men hann er bjartskygdur, tí skaðin í legginum ikki er so álvarsamur, og tað gongur somuleiðis rætta vegin við økslini, skrivar TV2.dk.

Fríggjadagin fer danska ferðalagið til Svøríkis, har EM-endaspælið er.

Fríggjakvøldið klokkan sjey skal landsliðsvenjarin hava boða frá, hvørjar leikarar hann vil hava skrásettar til endaspælið. 

Men nú greitt er, at Lasse Svan ikki verður tøkur til fyrsta dystin, hevur landsliðsvenjarin boðað frá, at Jóhan á Plógv Hansen verður við. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772