Hava gjørt uppskot um dopinglóg

Hava gjørt uppskot um dopinglóg
Lógin skal galda bæði fyri ítrótt og fyri veningjarmiðstøðir
 
08.01.2020 - 09:09

Eitt uppskot er gjørt um føroyska lóg um doping og um óreiðiliga ávirkan í ítrótti.

Lógin skal galda bæði fyri ítrótt og fyri veningjarmiðstøðir.

Lógaruppskotið er eisini um matchfixing. Tað er, tá fólk fáa lyfti um fíggjarligan fyrimun afturfyri at virka fyri
einum ávísum úrsliti.

Dátueftirlitið hevur boðað ÍSF frá, at lógarheimild skal til at viðgera tær persónsupplýsingar, sum koma burtur úr dopingroyndum í Føroyum.

Antidopingararbeiðið í Føroyum byrjaði í 2003, tá Dansk Idrætsforbund og Ítróttasamband Føroya gjørdu samstarvsavtalu.

Í 2016 fekk ÍSF sína egnu reglugerð um doping.

Fimm eftirlitsfólk

Og í 2017 fingu Føroyar síni egnu dopingareftirlitsfólk. Tey eru nú fimm í tali. 

Í 2018 gjørdu fyrstu venjingarmiðstøðirnar í Føroyum eina samstarvsavtalu við Antidoping Danmark. 

Í fjør gjørdi Dátueftirlitið ÍSF greitt, at ógvuliga ivasamt er, um lógarheimild er at gera dopingarroyndir í Føroyum. 

Tí í dopingarroyndum eru viðkvæmar persónsupplýsingar.

Hetta endaði so við, at Mentamálaráðið gjørdi eitt lógaruppskot, sum nú er sent til hoyringar.

ÍSF metir, at dopingareftirlitið kostar 500.000 kr. um árið.

Teir pengarnir eru í fíggjarlógini í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168