ALS-gjaldið lækkar og stuðulin hækkar

ALS-gjaldið lækkar og stuðulin hækkar
Helgi Abrahamsen hevur sent lógaruppskot og uppskot um kunngerð til hoyringar
 
06.01.2020 - 15:51

ALS-gjaldið lækkar, og samstundis er ætlanin at hækka arbeiðsloysisstuðulin upp í 80 prosent.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur sent lógaruppskot og uppskot um kunngerð til hoyringar um at lækka ALS-gjaldið úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent.

Tað vil siga, at øll, sum rinda inn í arbeiðsloysisskipanina, skulu rinda minni.

Eiga 910 mió. kr.

Við árslok 2019 var eginognin hjá ALS umleið 910 milliónir krónur.

- Fíggjarstøðan hjá ALS er nú so góð, at tað ber til at standa ímóti einari búskaparligari afturgongd, og tí er ráðiligt at lækka inngjaldið, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í tíðindaskrivi.

Samstundis er ætlanin at bøta um støðuna hjá teimum, sum eru arbeiðsleys.

Hækkar 1.000 kr.

Skotið verður upp at hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 75 prosentum upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, og at hækka mesta  arbeiðsloysisstuðulin 1.000 krónur - upp í 18.500 krónur um mánaðin.

Broytingarnar verða gjørdar eftir tilráðing frá stýrinum í ALS.

Hoyringarfreistin er 29. januar 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369