Løgmaður á fund við Mette Fredriksen

Løgmaður á fund við Mette Fredriksen
Týsdagin skal løgmaður á fund við danska forsætisráðharran, og síðani skal hann biðja Margrethu drotning gott nýggjár
 
05.01.2020 - 17:51

Bárður á Steig Nielsen skal týsdagin á fund við danska forsætisráðharran, Mette Fredriksen, og grønlendska landsstýrisformannin, Kim Kielsen. Fundurin verður hildin í Keypmannahavn.

Fleiri mál eru á dagssrá fyri fundin millum stjórnarleiðarar í ríkisfelagsskapinum. Eitt av málunum er støðan í Arktisk og harvið eisini tann áhugin, sum stórveldini í løtuni vísa økinum. Mette Fredriksen var fyri kortum á fundi við amerikanska forsetan, Donald Trump, har viðurskifti í Arktisk eisini vórðu umrødd. Innihaldið av hesum fundinum verður væntandi eisini á dagsskrá fyri fundin týsdagin. 

Á vitjanini í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu droning, fyri at biðja henni gott nýggjár, eins og siður er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168