Samráðast aftur í næstu viku

Samráðast aftur í næstu viku
Sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum, millum annað Starvsmannafelagnum, fóru úr gildi 1.oktober í fjør
Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini
 
03.01.2020 - 11:10

Seint í næstu viku byrja sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum aftur.

Samráðingar hava ikki verið síðani 19.desember.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur higartil havt samráðingar við Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, sigur, at Lønardeildin hevur havt samskifti við onnur fakfeløg eisini, men ongar ítøkiligar samráðingar.

Stóru feløgini fyrst

Miðað verður eftir at avgreiða lønarsáttmálan við tey stóru feløgini fyrst, ella í øllum førum okkurt av teimum.

Fyrsti samráðingarfundurin var 17.oktober. Hann var millum Lønardeildina og Starvsmannafelagið.

Sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum, millum annað Starvsmannafelagnum, fóru úr gildi 1.oktober í fjør.

Hjá 12 fakfeløum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1.oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946