- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu landa fisk uttanlands
Kunnu landa fisk uttanlands
Ávís fiskasløg sleppa undan at fara um føroyskan bryggjukant

02.01.2020 - 10:11
Lógin um sjófeingi loyvir undantøkum frá regluni um, at allur fiskur hjá føroyskum skipum skal landast um bryggjukant í Føroyum.
Og tey undantøkini eru longu komin.
Sambært kunngerð, sum kom í gildi í gjár, kunnu nøkur fiskasløg landast uttanlands.
Tey eru búrfiskur, lodna, rossamakrelur, brislingur, hvítingsbróðir, stinglaksur, langasporl, kubbuta, rísna og trant langasporl.
Krabbi og rækjur eru eisini undantikin regluni um føroyskan bryggjukant.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV