- Tíðindi, mentan og ítróttur
Akranes komið í flotan
Akranes komið í flotan
Nýggjasta farmaskipið hjá Smyril Line byrjar eftir ætlanini at sigla hálvan januar

Mynd: Smyril Line
02.01.2020 - 09:44
Hálvan januar er ætlanin, at nýggjasta skipið hjá Smyril Line, Akranes, byrjar at sigla við farmi millum Havnina, Þorlákshöfn í Íslandi og Hirtshals í Danmark.
Smyril Line hevur keypt Akranes frá finska reiðarínum Bore Ltd fyri góðar 96,7 milliónir krónur. Akranes varð skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini 20. desember.
Akranes er bygt á Sterkodder skipasmiðjuni í Noregi í 1998. Akranes er 138 metrar langt og 23 metrar breitt.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV