- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýrverkssølan byrjar í morgin
Siðvenja á nýggjárinum er at skjóta fýrverk, men við fýrverkinum fylgja nógvar reglur - bæði fyri tey, ið selja, keypa og bresta fýrverk.
Tey, ið selja fýrverk, skulu hava eitt serligt loyvið frá løgregluni til tess. Tá fýrverkssølan byrjar í morgin, 27. desember, fer løgreglan at gera kanningar saman við einum tilbúgvingarleiðara.
Tá verður kannað um fýrverkssølurnar halda reglugerðir um goymslu og sølu av fýrverki. Til dømis skal alt fýrverkið ikki goymast saman, tí í sjálvum handlinum er bert loyvi at hava 20 kilo av fýrverki.
Til tey, ið keypa fýrverk, er týdningarmikið at minnast til, at tað eru sløg av fýrverkið, ið øll ikki kunnu keypa. Løgreglan sigur, at tað er 18 ára aldursmark á tí mesta, undantikið borðbumbur, stjørnukastarir og pappírsperlur, ið børn kunnu keypa.
Í Føroyum er tað ikki ólógligt at bresta fýrverk aðrar dagar enn á nýgjárinum. Tó hendir tað seg, at løgreglan fer eftir fólki fyri larm og gang, um fýrverk verður brostið eftir klokkan 22. Nýggjársaftan er eisini nógvur gangur, men tá ger løgreglan eitt undantak.
Tað er eisini okkurt fýrverk, sum ikki er skilagott at nýta sum fýrverk. Eitt nú krysanthemum bumbur, sum eru ólógligar hjá vanligum fólki at bresta, og neyðrakettir, sum bert skulu nýtast á sjónum.
Viðkomandi, ið kann setast í samband við ólógligt fýrverk, kann verða sektaður við bót ell ábyrgdast við endurgjaldi.
Løgreglan mælir til at nýta stórsta varsemi á nýggjarinum, og til ikki at nýta fýrverk til annað enn tað er ætlað til. Tað sigur John Martin Olsen, politikomisserur.