- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 broytingaruppskot til triðju viðgerð
15 broytingaruppskot til triðju viðgerð
Løgtingið viðgerð í dag lógina um sjófeingi við triðju viðgerð, og fyri løtu síðani varð tingfundur settur og 15 broytingaruppskot løgd fram

21.12.2019 - 13:13
12 av broytingaruppskotunum eru frá andstøðuni. Eitt teirra er, at lógin fær ikki gildiskomu, fyrr enn hon hevur verið til fólkaatkvøðu.
Trý broytingaruppskot komu frá samgonguni. Eitt teirra er, at útlendingar skulu vera úti úr veiðiliðnum í føroyskari fiskivinnu um 12 ár. Verandi lóg sigur annars, at útlendingar skulu vera úti um fýra ár, og at eingir nýggir aktørar kunnu koma inn.
Tað verður eftir øllum at døma broytt til, at nýggir aktørar kunnu koma inn í vinnuna næstu 12 árini, men tá skulu allir útlendskir eigarar vera úr veiðiliðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV