Nýggja havrannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri

Nýggja havrannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt av, at skipið verður uppkallað eftir fyrsta fiskivinnufrøðinginum í Føroyum
 
19.12.2019 - 16:46

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at nýggja havrannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri eftir Jákup Sverra Joensen, sála, sum var fyrsti fiskifrøðingur í Føroyum, og var fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá.

Jákup Sverri Joensen tók útbúgving í Keypmannahavn, og eftir lokna útbúgving starvaðist hann í 1950-unum á Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, sum tann danska havstovan kallaðist tá. 

Skipið verður liðugt í summar

Høvuðsarbeiðsøkið hjá Jákupi Sverra var kanningar av fiski við Føroyar. Um summarið var hann í Føroyum og gjørdi kanningar, og Fiskirannsóknarstovan var tá ein summarstøð undir Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser. 

Í 1959 flutti hann heim til Føroyr, og frá 1. apríl sama ár var virksemi alt árið í Føroyum. Jákup Sverri Joensen legði sostatt lunnar undir Havstovuna og føroyskar hav- og fiskirannsóknir. Jákup Sverri Joensen fór frá fyri aldur í 1988, og hann andaðist í 2013.

Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, sum er fyrsta rannsóknarskipið, ið er bygt til endamálið, verður liðugt í summar. Tað avloysir Magnus Heinason, sum hevur verið havrannsóknarskip síðani 1982.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962