Heimavirkisfeløg fáa kanska skattalætta

Heimavirkisfeløg fáa kanska skattalætta
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um, at heimavirki skulu kunna selja fyri 50.000 krónur skattafrítt
 
18.12.2019 - 09:28

Tey, ið fáast við ymiskt heimavirki, skulu nú kunna selja fyri 50.000 krónur skattafrítt. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um broyting í Løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Heimavirki er eftir galdandi lóg skattskyldugt, um talan er um sølu fyri meira enn 30.000 krónur í einum ári. 

 >> SÍ EISINI Heimavirkisfelagið fegnast um uppskotið

Tá talan er um heimavirki, er í flestu førum talan um ítriv og ikki vinnu, skattliga viðgerðin er ymisk, alt eftir, um talan er um ítriv ella vinnu.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við uppskotinum er at taka forðingar burtur fyri føroyskum heimavirki, sum eru í skattalógini.  

Sambært Jørgen Niclasen fjálgar uppskotið um heimavirksemi í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962