- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja vita meira um útlendska ognarskapin

Nevndin hevur tí sent Fiskimálaráðnum nakrar spurningar, nú hon viðger broytingarnar í lógini um sjófeingi, broytingar, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum.
Lógaruppskotið sigur, at útlendingar kunnu eiga fjórðingin í føroyskum fiskiskipum. Vinnunevndin spyr nú, hvussu nógv útlendingar eiga nú og í hvørjum feløgum.
Nevndin spyr, hvussu hesin ognarskapur er settur saman í feløgunum, tað er, hvussu feløg eiga lut í teimum feløgum, sum hava fiskirættindi.
Umráðandi at fáa lýst viðurskiftini gjølla
Nevndin vil eisini hava at vita, hvussu vinningsbýti, lánsavtalur og gjøld fara millum feløgini, og á hvønn hátt hetta ávirkar feløgini, úrslitini hjá feløgunum, manningarpartar og onnur viðurskifti.
Vinnunevndin spyr, hvussu nógvan fisk, feløg við útlendskum kapitali, flyta óvirkaðan úr Føroyum og, hvussu nógvan vinning, feløgini hava av hesum útflutningi.
Og so vil Vinnunevndin hava at vita, hvussu føroyska tilfeingið ferðast millum feløgini við somu útlendsku eigarum. Nevndin spyr eisini, um ætlanin er at broyta eftirlitið við útlendskum ognarskapi.
Vinnunevndin sigur, at tað er umráðandi at fáa lýst hesi viðurskifti sera gjølla, tí annars hava Vinnunevndin og løgtingið ikki møguleika at taka støðu til spurningin um útlendskan kapital.
