- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Maðurin, sum mánakvøldið skeyt eftir løgreglufólkum í Miðvági, er skuldsettur fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu
11.12.2019 - 07:57
Føroya rættur varðhaldsfongslaði seinnapartin í gjár ein mann, ið er skuldsettur fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu, í sambandi við ein skottilburð í Miðvági mánakvøldið.
Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan málið verður kannað. Maðurin varð sjálvur løstaður av skottilburðinum, og liggur á Landssjúkrahúsinum.
Maðurin var tí ikki sjálvur í rættinum, tá úrskurðurin varð sagdur, og maðurin varð tí varðhaldsfongslaður in absentia. Ákæruvaldið vildi hava grundlógaravhoyringina fyri afturlatnum hurðum, og tað eftirlíkaði dómarin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV