- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimurin kann fáa eina tjóð afturat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/papua_new_guinea.jpg?itok=Qnb6A_Ba)
Tað vísti úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bougainville. Stórur meiriluti tekur undir við kravinum um, at loysa frá Papua Ný Guinea og at gerast sjálvstøðug tjóð.
Fólkaatkvøðan í Papua Ný Guinea er ikki binandi, og parlamentið í Papua Ný Guinea skal góðkenna loysingina áðrenn.
98 prosent atkvøddu fyri loysing
Forsætisráðharrin í Papua Ný Guinea, James Marape, hevur higartil, sambært AP-tíðindastovuni, ikki viðmerkt fólkaatkvøðuna.
Valluttøkan er góð 85 prosent, og fólkaatkvøðan var í 14 dagar. Leiðarin fyri valnevndini, Bertie Ahern, hevur kunngjørt, at 98 prosent av teimum, sum vóru á vali, atkvøddu fyri loysing.
Bougainville er oyggjabólkur millum Ný Guinea og Salomon-oyggjarnar. Økið er slakar 10.000 ferkilometrar til støddar, og 230.000 fólk búgva har, talan er um fleiri fólkabólkar, sum tosa hvør sítt mál.
Samdust um vápnahvíld í 2000
Eftir 10 ár við ófriði, har loysingarrørslan stríddist móti stjórnini í landinum, fekk Bougainville í 2005 heimastýri frá Papua Ný Guinea. 15.000 fólk lótu lív í samanbrestunum.
Í 2000 samdust partarnir um vápnahvíld. Orsøkin til stríðið varð millum annað stóra kopartilfeingið í Bougainville, íbúgvar hildu, at fólkið í oynni ikki fekk ágóðan av tilfeinginum.
Koparnámið í Panguna-økinum lat aftur orsakað av stríðnum, men nú vóna loysingarfólkini, at tað kann gerast grundarlagið fyri búskapinum í einum sjálvstøðugum stati.