- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólk komin úr Danmark at kanna skottilburð
Sjey fólk komu úr Keypmannahavn til Føroya í gjár at kanna skottilburðin í Miðvági mánakvøldið Talan er um seks politifólk og ein rættarmedisinara.
Politiið í Keypmannahavn og Ríkispolitiið kanna tilburðin. Politiið í Føroyum kann ikki kanna seg sjálvt, sigur Michael Boolsen, fúti.
>> SÍ EISINI Skottilburður í Miðvági
Tá kanningin er liðug, verður hon løgd fyri statsadvokatin, sum so avger, hvat víðari skal henda.
Den uafhængige politiklagemyndighed, sum kannar politiið í Danmark, virkar ikki í Føroyum og í Grønlandi.
Ikki fyrr enn nýggja rættargangslógin kemur í gildi í Føroyum 1. januar í 2021, kemur Den uafhængige politiklagemyndighed eisini at virka í Føroyum.