- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tikið pengar á Boðanesheiminum
Tikið pengar á Boðanesheiminum
Eitt starvsfólk á Boðanesheiminum hevur tikið umleið 10.000 krónur frá einum búfólki á heiminum
10.12.2019 - 12:18
Stuldurin er gjørdur umvegis eitt pengakort, sum búfólkið hevði. Løgreglan arbeiðir við málinum, og hevur avhoyrt viðkomandi, sum hevur játtað seg sekan.
Løgreglan arbeiðir framvegis við málinum, og kannar nú um fleiri av búfólkunum hava mist pengar.
Málið er ikki komið so langt, at tað er latið ákæruvaldinum enn, sigur Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV