- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skottilburður í Miðvági
Løgreglan fekk klokkan 18:25 mánakvøldið fráboðan um, at ein maður í Miðvági hótti við at gera sjálvmorð, upplýsir Føroya Politi í tíðindaskrivi í morgun.
Tann, ið boðaði frá, segði, at maðurin hevði eina høglbyrsu, og at hann hótti við at skjóta. Løgreglan sendi fólk á staðið, sum avbyrgdu økið.
Løgreglan svaraði aftur við skotum
Tá løgreglan kom á staðið, skeyt maðurin fleiri ferðir eftir løgregluni. Skotini raktu ein løgreglumann, tó ikki meint, sum tað stendur í tíðindaskrivinum.
Løgreglan svaraði aftur við skotum, sum raktu mannin. Støðan hjá manninum, sum varð raktur av skotunum hjá løgregluni, er í løtuni óviss, sambært løgregluni.
Løgreglan í Keypmannahavn og Ríkisløgreglan skulu nú viðgera málið orsakað av leiklutinum hjá løgregluni í skottilburðinum í gjárkvøldið.
Hoyr samrøðuna við Steen Nørskov, sjefpolitiinspektør hjá løgregluni í Føroyum, sum útvarpið tosaði við í tíðindasendingini klokkan níggju, her: