- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og Russland hava gjørt fiskiveiðuavtalu

Samráðingarnar vóru merktar av einum ynski frá Russlandi um, at føroyska rækjukvotan í russiskum sjógvi skuldi lækka munandi.
Sambært Fiskimálaráðnum vóru tó bert smávegis broytingar í avtaluni samanborið við avtaluna fyri 2019.
Fiskiskapurin eftir rækjum í Barentshavinum er vaksin seinastu árini, og alsamt fleiri skip undir russiskum flaggi eru virkin í hesum fiskiskapi.
Úrslitið varð, at kvotan av rækjum til føroysk skip verður 4.500 tons; hetta er ein lækking upp á 500 tons í mun til 2019.
Ein áseting varð tó sett inn í avtaluna um, at Russland fer at kanna møguleikarnar fyri at lata Føroyum 500 tons av rækjum afturat.
Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður 82.000 tons í 2020. Talan er um eina øking upp á 1.000 tons í mun til 2019. Aðrar kvotur til russisk skip í føroyskum sjógvi vera óbroyttar í mun til 2019.
Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi vera óbroyttar í 2020.
Seinasta árið hava eftirlitsmyndugleikarnir hjá Føroyum og Russlandi samskift um at fáa í lag eina avtalu um talgildar veiðifráboðanir. Føroyar hava framman undan slíkar avtalur við Noreg og við Ísland; avtalan við Russland fylgir sama leisti.
Komið er nú undir land við avtaluni, og londini eru farin undir at royndarkoyra skipanina. Ætlandi verður ein avtala undirskrivað millum londini komandi ár. Ein skipan við talgildum veiðifráboðanum fer at lætta um samskiftið millum eftirlitsmyndugleikarnar og millum skip og myndugleikar.
Tað vóru samráðingarleiðararnir Andras Kristiansen og Sergey V. Simakov, sum skrivaðu undir avtaluna millum Føroyar og Russland.
