Jóhan á Plógv á veg til EM

Jóhan á Plógv á veg til EM
Jóhan á Plógv Hansen er úttikin til danska hondbóltshópin, sum í januar skal dystast um Evropeiska meistaraheitið
 
05.12.2019 - 15:08

Hetta varð kunngjørt á døgurða í dag. 

Greitt er tó, at talan er um ein bruttohóp uppá 28 leikarar. 

Endaligi hópurin skal ikki telja meira enn 16 leikarar. Tí skulu 12 soldast frá og spurningurin er, um føroyski vongurin skal við til Svøríkis, har EM-endaspælið skal spælast.

Kappingin er hørð, tilsamans seks vengur hava fingið boð til bruttohópin. Teirra millum Magnus Landin, Lasse Svan og Hans Lindberg.

Tá HM-endaspælið var í januar í ár, varð Jóhan á Plógv Hansen ikki við í endaliga hópinum, men skaðar raktu liðið og føroyski vongurin varð boðsendur og spældi tilsamans átta dystir. Tá gjørdist Danmark heimsmeistarar.

Endaligi hópurin hjá dønum, sum skal stríðast í EM-endaspælinum næsta mánað, verður tikin út 16. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946