- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tikin við vandamiklum rúsevnum
Løgreglan og tollvaldið kannaðu ferðafólk, tá Norröna kom á Havnina mánamorgunin. Hundurin hjá tollvaldinum gjørdi vart við eitt av ferðafólkunum.
17 ára gamli maðurin varð tikin til síðis til neyvari kanningar. Løgreglan fann góð 48 gram av syntetiska rúsevninum, MDMA, í viðførinum hjá unga manninum.
Tikin við vandamiklum rúsevni
MDMA er eftirgjørt rúsevni, sum økir ógvusliga um nátúrligu eydnuhormonini í kroppinum. Ávirkanin kann vera somikið stór, at vandi er fyri, at hjartað ikki megnar at fylgja við.
17 ára gamli maðurin er avhoyrdur og latin leysur aftur, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminialdeildini, við útvarpið.
Málið verður í næstum latið ákæruvaldinum, ið skal skriva ákærurit. Kriminelli lágaldurin er 15, og maðurin fær tí somu revsing sum myndugir persónar.