Meiri toskur og minni svartkalvi í Grønlandi

Meiri toskur og minni svartkalvi í Grønlandi
Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi í 2020
Føroyingar fáa meiri tosk, men minni svartkalva í grønlendskum sjógvi
 
30.11.2019 - 11:34

Føroyar fáa meiri tosk í Eysturgrønlandi næsta ár. Føroyar og Grønland gjørdu í gjár avtalu um fiskiveiðirættindi í 2020.

Avtalan sigur, at føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi verður 175 tons størri enn í ár. Føroysk skip hava loyvi til at fiska 1.500 tons av toski og 475 tons av brosmu í grønlendskum sjógvi. 

Svartkalvakvotan er tó minkað. Hon verður 225 tons næsta ár. Í ár er hon 325 tons. Vísindaliga tilmælið er, at svartkalvakvotan við Eysturgrønland eigur at minka.

Svartkalvakvotan við Vesturgrønland verður tó 100 tons eins og hon er í ár. Føroyar varðveita royndarkvotuna eftir krabba við Eysturgrønland, hon er 500 tons.

Grønlendsk skip í føroyskum sjógvi

Grønlendska svartkjaftskvotan í føroyskum sjógvi verður óbroytt, 13.500 tons. Grønland fær harumframt, eins og í ár, loyvi at fiska svartkjaftskvotuna, sum Grønland fær frá NEAF-C, í føroyskum sjógvi. 

Hetta eru 6.290 tons í 2020 - góð 100 tons meira enn í 2019. Grønlendsk skip sleppa eisini at fiska 3.200 tons av norðhavssild í føroyskum sjógvi næsta ár, tað sama sum í ár.

Samráðingarnar millum Føroyar og Grønland vóru í Keypmannahavn í gjár og hósdagin.

Í desember verða samráðingar við Russland, ES og Noreg um fiskiveiðurættindi. Tær eru allar í Føroyum. Tær fyrstu verða 5. og 6.desember. Tær verða við Russland.

9. og 10.desember verða samráðingar við ES og 17. og 18. desember við Noreg. Fiskimálaráðið skal eisini áseta føroysku kvoturnar av norðhavssild og svartkjafti í 2020 fyri nýggjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962