- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir dagar eftir hjá bólki 5B. Fær kanska fleiri
Eingir dagar eftir hjá bólki 5B. Fær kanska fleiri
Fiskiskapurin hjá bátunum í bólki 5B steðgaði klokkan ellivu í gjárkvøldið, tí fiskidagarnar eru uppi
30.11.2019 - 11:40
Fiskiskapurin hjá bátunum í bólki 5B steðgaði klokkan ellivu í gjárkvøldið, tí fiskidagarnar eru uppi.
Bátarnir í bólki 5A hava 764 dagar eftir, og fyrst í næstu viku fer Fiskimálaráðið at kanna, um dagar kunnu flytast haðani til bólk 5B.
Hetta er triðju ferð í ár, at fiskidagarnir hjá bólki 5B eru uppi.
Í juli vóru dagarnir hjá bólkinum uppi fyrstu ferð, og tá játtaði løgtingið at geva bátunum í bólki 5B 2.150 dagar aftrat.
Hálvan november var aftur galið, og tá vórðu 444 dagar fluttir úr bólki 5A í bólk 5B.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV