- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður framvegis horvin
Maðurin, sum er úr Fraklandi, fór umborð á Norrönu í Seyðisfirði tann 20. februar. Hann er komin í land í Føroyum, men tveir dagar seinni hvarv hann.
Politiið veit, hann hevur verið her, tí hann hevur tikið pengar út í Føroyum við gjaldskorti. Politiið sigur, at maðurin er ikki farin úr Føroyum við nøkrum fari, skipi ella flogfari, sum plagar at flyta fólk úr Føroyum.
>> SÍ EISINI Løgreglan leitar eftir útlendingi
Maðurin, sum eitur Bastien Porée, er fyrst í tríatiárunum. Hann er 182 sentimetrar høgur, klænur, hevur blá eygu og piercing í høkuni og í høgra oyra.
Politiið hevur fingið fráboðan um, at familjan hjá Bastien Porée ikki hevur hoyrt frá honum síðani síðst í januar í ár. Ein vinmaður hansara hevði samband við hann síðst í februar.