- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arctic Voyager nógv eftir at fiska
Arctic Voyager hevur væl av kvotu eftir at fiska. Tað hevur ikki borið til at fáa orðið á eigararnar, men Vørn upplýsir, at Arctic Voyager, eigur 195 tons av makreli, 1.119 tons av norðhavssild og 8.078 tons av svartkjafti eftir at fiska.
Útvarpið ætlaði í dag at spyrja eigararnar, hvussu teir loysa tann spurningin, men teir taka ikki telefonina. Sum skilst, so fer tað at taka drúgva tíð at umvæla Arctic Voyager, hvussu drúgva, fæst ikki at vita, fyrr enn skaðin er kannaður.
Arctic Voyager liggur við skipasmiðjuna MEST í Havn, og verður ikki tikin upp á bedingina fyrr enn í fyrsta lagi sunnudagin, segði stjórin á skipasmiðjuni, Mourits Mohr, við útvarpið í gjár.
>> SÍ EISINI Sigldi á land í gjárkvøldið
Um eigararnir ætla at fáa eitt annað skip til vega at fiska kvotuna, ella um teir fara at biðja okkurt annað føroyskt skip fiska kvotuna, er heldur ikki greitt.
Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum sigur, at enn hevur ráðið ikki fingið nakra ítøkiliga umsókn frá eigarunum, og tí hevur Fiskimálaráðið einki at taka støðu til enn.
Men hann upplýsir, at eginkvotur og kvotur sum eru keyptar á uppboðssølu, kunnu flytast um ár, og tí missir skipið neyvan kvoturnar.