Flestu skipini eru úti

Flestu skipini eru úti
Lítið er at fáa av upsa og svartkalva
Fiskamarknaðurin er á Toftum. Hann metir um botnfiskiskapin hvørja viku.
 
02.11.2019 - 16:24

Flestu línuskipini eru til fiskarí.

Eitt línuskip er á Íslandsrygginum. Tað avreiðir mánadagin. 

Eitt línuskip er undir Íslandi, og hini eru undir Føroyum.

Tvey avreiða mánadagin.

Línuskipini fiska tosk og hýsu fyrst og fremst. Tey fáa eisini nakað av longu og brosmu. 

Trol og gørn

Tveir djúpvatnstrolarar fiska kongafisk, og tann triði liggur við bryggju

Partrolararnir fiska upsa, men teir fáa lítið.

Fimm trolbátar eru úti. Teir fiska mest havtasku, tosk og hýsu.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Tey fáa ikki nógv. 

Tvey garnaskip fiska havtasku, annað frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna, skrivar Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Leygardag 22. februar
Morgunlestur leygardagur 22.februar 2025
186662
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990