Hýrurnar fleirfaldaðar

Hýrurnar fleirfaldaðar
Hýrurnar við nótaskipunum eru nærum trífaldaðar frá 2009 til 2016
Í 2009 var miðalhýran á nótaskipum 828.000 krónur, í 2016 var hon 1,9 milliónir krónur
 
01.11.2019 - 11:52

Tað vísa tøl frá Hagstovuni yvir miðal árshýrur, býttar á skipabólkar. Í 2009 var miðalhýran á nótaskipum 828.000 krónur, í 2016 var hon 1,9 milliónir krónur.

Taka vit øll uppsjóvarskipini við, er miðalhýran vaksin meira enn hálva aðru millión í sama tiðarskeiði - úr góðari einari millión upp í 2,7 milliónir krónur.

Orsøkin er, sambært Búskaparráðnum, at landið tekur ikki tilfeingisrentuna í fiskivinnuni inn, og tilfeingisrentan fer tískil til reiðaríini og manningarnar.

 >> SÍ EISINI Breddin: Dubbaðar hýrur og profittur

– Tað verður millum annað tryggjað við at knýta veiðiloyvini at skipunum aftur, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum

Í uppskotinum um nýggja fiskivinnulóg stendur, at landið skal miða eftir at taka eitt tilfeingisgjald inn, sum svarar til tað, sum kom inn í 2018 - tað eru umleið 300 milliónir krónur. 

Sambært Hansi Ellefsen, búskaparfrøðingi, er tilfeingisrentan 1,2 milliardir, um ein miðalhýra verður sett til 400.000 krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990