LÍV fegnast um hálvársúrslit

LÍV fegnast um hálvársúrslit
Inngjøldini seta met, og íløgurnar kasta aftur pengar av sær
 
26.10.2019 - 11:25

Kundarnir hjá tryggingarfelagnum LÍV rindaðu 161,4 milliónir krónur inn í felagið til eftirlønir og tryggingar fyrra hálvár í ár - og tað er sambært felagnum met.

Vøksturin er 12,6 prosent, upplýsir LÍV í tíðindaskrivi um hálvársroknskapin hjá samtakinum.

Sama tíðarskeið, tað vil siga fyrstu seks mánaðirnar í ár, rindaði LÍV-samtakið góðar 112 milliónir krónur út til eftirlønir og tryggingar.

Meðan 2018 var eitt vánaligt ár á fíggjarmarknaðinum, hevur gongdin verið jalig fyrra hálvár í ár, har allir íløgubólkar hava givið íkast til avkastið. Serliga eru tað partabrøvini, sum eru hækkaði
nógv í 2019.

Fyrstu seks mánaðirnar í ár var íløgu-avkastið hjá samtakinum tilsamans 213 milliónir krónur, upplýsir felagið í tíðindaskrivi um hálvársroknskapin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990