- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost kapitalhækking
Bakkafrost kapitalhækking
P/f Bakkafrost hevur hækkað partapeningin upp í 58 milliónir og 273.244 krónur, nú felagið hevur keypt eitt alivirki í Skotlandi

Stjórin í Bakkafrosti eigur nú næstan átta prosent av partabrøvunum í felagnum
23.10.2019 - 08:07
Partapeningurin er hækkaður fýra milliónir 615.179 krónur. Nýggju partabrøvini eru seld fyri 366,58 krónur stykkið, stendur í fráboðan til Skrásetingina.
Regin Jakobsen, stjóri í Bakkafrosti, eigur nú næstan átta prosent av partabrøvunum í felagnum. Hann eigur fýra milliónir og 615.896 partabrøv, sum eru 7,92 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV