Lærlingar 50.000 krónur í frádrátti

Lærlingar 50.000 krónur í frádrátti
Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at broyta lógina um landsskatt og kommunuskatt, so lærlingar fáa ein skattafrádrátt upp á 50.000 krónur um árið
Umleið 1.000 lærlingar í Føroyum fara at fáa 1.650 krónur meira útgoldið um mánaðin
 
22.10.2019 - 12:14

Feløgini í Vinnuhúsinum sum vara av lærlingum, taka væl ímoti uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um at geva lærlingum 50.000 krónur í frádrátti um árið.

Men Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir samstundis á, at vanligi lønarskatturin eigur at lækka, og mælir landsstýrsnum til samstarv við kommunurnar um tað.

Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at broyta lógina um landsskatt og kommunuskatt, so lærlingar fáa ein skattafrádrátt upp á 50.000 krónur um árið.

Talan um umleið 1.000 lærlingar

Í viðmerkingunum verður upplýst, at talan er um umleið 1.000 lærlingar. Teir fara at fáa 1.650 krónur meira útgoldið um mánaðin, ella 19.500 krónur um árið.

Avleiðingin verður, at inntøkurnar hjá landi og kommunum fara at minka slakar 20 milliónir krónur, landið missir 7,5 milliónir krónur og kommunurnar 10,1 milliónir krónur.

Feløgini í Vinnuhúsinum, sum hava umrøtt uppskotið, halda uppskotið vera gott.

Vinningur fyri báðar partar

Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, umframt Handilsvinnufelagið, Ferðavinnufelagið og KT-felagið, sum eru vinnugreinafeløg, ið varða av lærlingum, taka væl ímóti uppskotinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í svarinum.

Uppskotið veitir ein lætta í vanliga lønarskattinum hjá teimum lægru inntøkunum og eggjar samstundis lærlingum til at arbeiða meira við síðuna av læruni. Hetta er ein vinningur fyri bæði arbeiðsgevaran og arbeiðstakaran, sum í hesum førinum er lærlingurin.

Arbeiðsgevarin fær atgongd til meira arbeiðsmegi, og lærlingurin fær møguleika fyri at vinna nakrar eyka krónur. Harumframt fær lærlingurin ein eyka vinning burtur úr læruni, sum hann fær burtur úr arbeiðinum við síðuna av vanligu lærutíðini.

Halda fast við tilmælið

Uppskotið kann somuleiðis eggja fólki til at fara í læru, og tað samsvarar við heimsmálini há ST. Víst verður til mál fýra um dygdargóða útbúgving úr teimum 17 heimsmálunum hjá ST.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at vanligi lønarskatturin í Føroyum er ov høgur, og Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur tí undir við hesum uppskotinum um ein lætta í vanliga lønarskattinum hjá lærlingum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó fast við síni tilmæli um, at land og kommunur eiga at seta seg saman at gera eina langtíðarætlan fyri alla ta føroysku skatta- og avgjalds­skipan­ina.

Langtíðarmálið er at lækka vanliga lønarskattin

Langtíðarmálið er at lækka vanliga lønarskattin yvirhøvur. Hetta skal fíggjast við at strika serskipanir og frádráttir, samstundis sum fleiri brúkara- og tænastugjøld koma inn í myndina.

Ein verulig skattanýskipan má fremjast yvir eitt longri áramál í tøttum samstarvi millum land og kommunur, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í hoyringarsvarinum.

Tilsamans 15 feløg fingu uppskotið um frádrátt til lærlingar til ummælis, og freistin at svara var úti í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179