Boris fer at halda "Benn Act"

Boris fer at halda "Benn Act"
Verður eingin skilnaðaravtala góðkend í bretska parlamentinum innan leygardagin, fer Boris Johnson at biða ES um longdafreist
 
16.10.2019 - 13:18

Tað skrivar Sky News.

Tað váttar brexit-ráðharrin, Sephen Barclay, á nevndarfundi í parlamentinum í dag.

Parlamentið hevur samtykt eina lóg, nevnd Benn Act, sum sigur, at stjórnin skal biða ES um at leingja freistina fyri Brexit, um ein avtala ikki er góðkend innan 19. oktober. Men ivi hevur verið um, um Boris Johnson fór at halda lógarsamtyktina. Nú váttar Barclay, at Johnson fer at halda lógina. 

Bretland skal sum útgangsstøði fara úr ES 31. oktober. Dagfestingin er longu útsett tvær ferðir, - hon var upprunaliga 29. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371