- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja um framhald eftir ES sáttmálanum
Semja um framhald eftir ES sáttmálanum
Føroyar og Bretland hava avtalað at halda fram við sínámillum fiskiskapinum eftir ES sáttmálanum í ár, hóast Bretland fer úr ES

Hóast Bretland fer úr ES, heldur fiskiveiðan fram eina tíð eftir ES sáttmálanum við Føroyar
15.10.2019 - 12:22
Ætlanin er eisini at gera tað næsta ár. Men ein rammusáttmáli skal gerast og nýggjur fiskirættindasáttmáli skal gerast millum londini. Teir skulu so koma í gildi í 2021.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í gjár. Hann hevur ikki fingið svar frá nevndina enn.
Nógv tann størsti føroyski fiskiskapurin í ES er í bretskum og írskum sjógvi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV