Stjórin ikki settur enn

Stjórin ikki settur enn
Enn er eingin settur, sum nýggjur stjóri í Vága floghavn, eftir at undanfarni stjórin, Gudny Langgaard, í summar segði seg úr starvinum
Nýggi stjórin í Vága floghavn verður settur áðrenn oktober er liðugur, sigur nevndarformaðurin
 
05.10.2019 - 16:41

Í morgin eru tríggjar vikur síðani freistin, at søkja stjórastarvið, fór, men enn er nakað eftir á mál, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága floghavn, við útvarpið.

Vit arbeiða enn við setanini, og tað verður helst seinni í hesum mánaðinum, at nýggi stjórin verður settur, sigur Regin Hammer, við útvarpið.

Setanarbólkurin er mannaður við fólkum úr nevndini í Vága floghavn og fólki uttanhýsis, men hvørji tey eru, vil nevndarformaðurin ikki siga, tí tað "kann órógva setanina", sum hann málber seg.

Lønin ein samráðingarspurningur

Tá Gudny Langgaard tók við sum stjóri í Vága floghavn í fjør eftir Jákup Sverra Kass, lækkaði lønin 30.000 krónur, niður í 60.000 krónur. Óvist er, hvørja løn nýggi stjórin fær.

Lønin er ein samráðingarspurningur, og nýggi stjórin verður løntur eftir førleikunum, sigur Regin Hammer, nevndarformaður, við útvarpið.

Umleið 60 fólk høvdu søkt starvið, sum stjóri í Vága floghavn, tá umsóknarfreistin var úti. Umsóknirnar vóru bæði frá føroyingum og útlendingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990