- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fult umfar í bestu fótbóltsdeildini
Fult umfar verður í Betri deildini hjá monnum í dag. Tað merkir, at fimm dystir verða spældir, og tað kemur at seta sín dám á útvarpsskránna seinnapartin.
Dystirnir eru hesir:
HB - NSÍ
ÍF - AB
EB/Streymur - B36
Skála - TB
Víkingur - KÍ
Talan er um 25. umfar í Betri deildini, har spenningurin er stórur, tí KÍ og B36 eru ájøvn í stigum, 57 stig hvør.
Kappingin hørð um triðja plássið
Kappingin um triðja plássið er eisini hørð, tí einans trý stig skilja NSÍ og Víking, sum eru ávikavist nummar trý og fýra. Í útvarpinum fara vit at siga frá dystunum hjá oddaliðunum báðum.
Vit byrja á Eiði klokkan 16:30, tá dysturin millum EB/Streym og B36 verður bríkslaður í gongd. Og so siga vit eisini frá dystinum millum Víking og KÍ klokkan fimm.
Tíðindini í útvarpinum í kvøld koma tó sum vant klokkan 18:00, men í eini styttari útgávu.