- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov stórt veiðitrýst

Veiðitrýstið á makrel er minkað síðani 2003, men er kortini oman fyri hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg.
Tað sama er at siga um svartkjaft. Har er veiðitrýstið minkað síðani 2015. Um norðhavssildina sigur ICES, at veiðitrýstið er vaksið síðani 2015.
Men tað er tó mett at vera júst undir hámarkinum fyri, nær varsemi skal vísast. ICES hevur kunngjørt sítt tilmæli um mestu loyvdu veiðu í 2020.
20 prosent meira
Tilmælið um makrel er 20 prosent størri enn fyri 2019, tilmælið um svartkjaft er eitt vet størri, tvey prosent, men tilmælið um norðhavssild er 11 prosent minni enn tað var fyri 2019.
Strandalondini fara at viðgera makrelkvotuna í 2020 í London 15. oktober. Makrelavtalan frá 2014 millum ES, Noreg og Føroyar er galdandi til árslok 2020.
Norðhavssildin verður viðgjørd 22. og 23. oktober, og 24. og 25. oktober fara londini at tingast um svartkjaftskvotuna. Strandalondini hava onga semju um svartkjaftsbýti og norðhavssildarbýti.
MSC góðkenningin
Tey trý góðkenningarfeløgini, sum varða av MSC góðkenningini, sum varð latin fyri makrel, tóku góðkenningina aftur fyrr í ár.
Feløgini hava fund aftur um MSC góðkenningina í desember. MSC góðkennir fiskiskap, sum MSC metir er burðardyggur.
Lættari er at fáa góðan prís fyri fisk, sum hevur MSC góðkenning.