- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bo er eitt gott boð
Nýggi føroyski landsliðsvenjarin verður ikki føroyingur. Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, segði í gjár, at tey arbeiða við eini útlendskari loysn, nú avloysari skal finnast fyri Lars Olsen, sum gevst, tá sáttmáli hansara gongur út um ársskiftið.
Og sambært Halli Hansson, sum hevur verið ein av lyklaleikarunum á landsliðnum undir Lars Olsen, hevði venjari hansara í AC Horsens hóskað væl sum nýggjur føroyskur landsliðsvenjari.
– Hann er ein frálíkur venjari. Eg eri sannførdur um, at hann hevði lyft bæði landsliðið og føroyskan fótbólt sum heild, sigur Hallur Hansson við Jyllands-Posten.
Venjari við nógvari orku
Sambært Halli Hansson høvdu føroyska landsliðið og Bo Henriksen verið eitt gott par, tí talan er um ein venjara við nógvari orku, ið stuðlar sínum leikarum væl.
– Eg ivist ikki løtu í, at føroyingar høvdu elskað hann, um hann fekk starvið, sigur Hallur Hansson.
Sjálvur sigur Bo Henriksen, at hann hevur tvey ár eftir av sáttmálanum við AC Horsens, har hann trívist væl. Tí hevur hann ongar viðmerkingarnar til gitingarnar um, at hann møguliga skal avloysa Lars Olsen.