Standurin í tunlunum ringur

Standurin í tunlunum ringur
Hóast játtanin verður fleirfaldað, fer tað at taka fleiri ár at koma runt og staðfesta støðuna í føroysku tunlunum
 
28.09.2019 - 11:46

Støðan er í føroysku tunlunum er ring, og trygdin somuleiðis. Men júst hvussu ring støðan er, kann Landsverk ikki staðfesta, tí seinasta kanningin varð gjørd fyri tólv árum síðan.

Í gjár rapaði grót undan loftinum í Kollfjarðartunlinum, og ein bilur rendi á. Bilurin fór illa, men tíbetur hendi eingin mansskaði.

Men hetta kemur ikki óvart á, tí Landsverk hevur ávarað um vánaligu støðuna í føroysku tunlunum, og hevur í veruleikanum lítið yvirlit yvir, hvussu støðan er.

Játtanin til viðlíkahald ov lítil

Ein høvuðstrupulleiki er, at Landsverk ikki hevur játtan at halda tunlarnar viðlíka, og er komið langt afturút við viðlíkahald.

Í samferðsluætlanini, sum kom fyrr í ár, sigur Landsverk beinleiðis, at tey ikki kunnu siga, hvørjum standi tunlarnir eru í, tí seinasta kanningin varð gjørd í 2007.

Hetta er ein kanning sum kostar undir hálva millión krónur at gera, men pengar hava ikki verið til tað, hóast mælt verður til tílíkar kanningar triðja hvørt ár.

15 ára at koma runt

Landsverk hevur fýra milliónir árliga til viðlíkahald av tunlunum, og tað røkkur bara til, at tunnilstoymið arbeiðir í einum til trimum tunlum árliga, tí standurin í tunlunum er so ringur.

Landsverk mælir til at hækka játtanina til tíggju milliónir krónur um árið, men sjálvt við hesum fer tað at taka eini fimtan ár at koma runt.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, sum umsitur samferðslumál, men hann hevur ikki verið at hitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233