Hondbóltsárið byrjar av álvara

Hondbóltsárið byrjar av álvara
Stórsteypadystirnir verða seinnapartin. Teir eru upptakt til landskappingarnar, sum byrja um eina viku
Greipavinnarin Kyndil skal spæla móti VÍF seinnapartin í dag. Hjá monnum er tað H71, sum skal spæla móti Neistanum
 
07.09.2019 - 12:46

Í dag byrjar hondbóltsárið av álvara. Stórsteypadystirnir eru nevniliga á skránni seinnapartin. Dystirnir eru ein upptakt til landskappingarnar, sum byrja um eina viku. 

Dystirnir eru millum meistarar og steypavinnararnar í fjør. Hjá kvinnum vann Kyndil greipuna, so VÍF, sum tapti bæði steypa- og FM-finaluna, verður aftur mótstøðuliðið í dag. 

Hjá monnum vann H71 meistaraheitið, meðan Neistin vann steypafinaluna, og tað verða sostatt tey bæði liðini, sum spæla stórsteypadyst um Lionsbikørini. 

Tað er Lions Club, sum skipar fyri stórsteypadystunum, og peningurin, sum kemur inn, verður í ár latin til Felagið fyri lesi- og skriviveik. 

Dysturin millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF verður klokkan 16:00, meðan menninir hjá H71 og Neistanum spæla klokkan 18. Dystirnir verða spældir í Hoyvíkshøllini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946