- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kemur til Føroya miðjan september
Kemur til Føroya miðjan september
Nú verður gjørt klárt at toga nýggja havrannsóknarskipið til Føroya
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/havrannsoknarskip-mest-havstovan.png?itok=OxMFYe4I)
06.09.2019 - 14:52
Nýggja havrannsóknarskipið verður á Skála um miðjan september. MEST yvirtók í gjár skipið frá skipasmiðjuni í Litava, sum hevur smíðað skrokkin.
Samstundis varð skipið skrásett undir føroyskum flaggi. MEST sigur, at nú verður gjørt klárt at toga havrannsóknarskipið til Føroya, og væntandi kemur tað á Skála um miðjan september.
Har skal skipið gerast liðugt. Nýggja havrannsóknarskipið skal latast landsstýrinum næsta summar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV