Framvegis óvissa um høllina

Framvegis óvissa um høllina
Býráðið í Runavík hevur onga støðu tikið til byggiloyvið til høllina, ið skipasmiðjan MEST ætlar at byggja á Skála
Høllin, ætlanin er at byggja oman á turrdokkina á Skála, verður umleið 40 metrar høg
Mynd: Teldugjørd mynd (MEST)  
 
05.09.2019 - 15:49

Neyðugt er við fleiri upplýsingum um høllina, áðrenn vit fara at viðgera byggiloyvið, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Høllin, sum MEST ætlar at byggja oman á turrdokkina á Skála, verður stívar 40 metrar høg, 129 metrar long og 34 metrar breið.

Av tí at ætlaða byggingin er hægri enn 15 metrar, varð neyðugt við serstakari byggisamtykt fyri økið, har turrdokkin er, og landsstýrið hevur góðkent serstøku byggisamtyktina. 

Runavíkar kommuna bíðar eftir fleiri upplýsingum frá MEST. Men hjá MEST hendir lítið og einki í málinum í løtuni, sigur Mourtis Mohr, stjóri á skipasmiðjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130