Meirilutin hevur útbúgving

Meirilutin hevur útbúgving
Meira enn helvtin av teimum arbeiðsleysu í Føroyum hevur okkurt slag av útbúgving. Triðingurin hevur ikki annað enn fólkaskúlan
Í dag eru 261 fólk í ALS
 
12.08.2019 - 12:19

Meira enn helvtin av teimum arbeiðsleysu í Føroyum hava okkurt slag av útbúgving.

Tað vísir ein uppteljing, sum ALS hevur gjørt í summar. 59 prosent hava okkurt slag av útbúgving.

Uppteljingin hjá ALS vísir, at 38 prosent hava eina yrkisútbúgving, til dømis í skrivstovu ella í handverki ella styttri útbúgvingar í heilsurøkt. 

Hægri útbúgving

21 prosent hava hægri útbúgving. Lærarar og námsfrøðingar telja við her. Átta prosent hava útbúgving á kandidatstigi ella masterstigi.

32 prosent hava onga útbúgving eftir fólkaskúlan. Níggju prosent hava miðnám sum sína longstu skúlagongd.

Í dag eru 261 fólk skrásett hjá ALS, tí tey einki arbeiði hava, 153 kvinnur og 108 menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151