- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allarhelst nógvur útróður í næstu viku
Bæði góður streymur og gott veður fyrst í næstu viku skuldi givið nógvan útróður. Tað væntar Fiskamarknaðurin.
Hann sigur um næstu viku, at streymurin verður góður fyrst í vikuni, og veðrið verður gott.
– So vit rokna við nógvum útróðri. Summarferian er liðug, og bólkur 5B hevur fingið fleiri fiskidagar.
Útróðrarbátarnir fiska mest tosk og hýsu
Um línuskipini sigur Fiskamarknaðurin, at trý eru undir Føroyum, eitt frystilínuskip er á Flemish Kap og eitt við Eysturgrønland.
Flestu partrolararnir eru úti, nú fiskavirkini lata upp aftur. Trý pør fiska gulllaks.
Tveir trolbátar royna norðanfyri, eisini teir fiska mest tosk og hýsu. Væntandi fara nógvir trolbátar á landleiðina fyrst í næstu viku. Trý garnaskip fiska svartkalva.