Tvær framløgur higartil, báðar hava longri barsil

bannari
Tvær framløgur higartil, báðar hava longri barsil
Tveir flokkar av lagt sína valskrá fram, eftir at løgmaður skrivaði út val á ólavsøku, og báðir vil leingja barsilsfarloyvið
Tveir flokkar hava lagt fram higartil, báðir vilja geva foreldrum betri sømdir
 
10.08.2019 - 10:45

Mikudagin legði Miðflokkurin fram sína valskrá. Flokkurin skjýtir upp, at leingja barsilsfarloyvið við 25 vikum, sum skulu kunna brúkast yvir 50 vikur - tað vil siga, at man til dømis kann arbeiða hálva tíð.

Haraftrat skal øll oyramerking av barsilsfarloyvinum burtur. Í dag eru 14 vikur oyramerktar til mammuna og fýra til pápan.

Tær vikurnar fýra kunnu foreldrini brúka samstundis, men Miðflokkurin vil, at foreldrini kunnu brúka alla barsilstíðina saman.

Barsilsfarloyvið longt 10 vikur

Haraftrat skal útgjaldið broytast soleiðis at øll hava rætt til minst 10.000 krónur uttan mun til hvørja inntøku tey hava havt áðrenn, og hámarkið skal hækkast, soleiðis at tú kanst fáa upp til 35.000 krónur. Eisini Javnaðarflokkurin lovar longri barsil til foreldur. 

Javnaðarflokkurin vil hava barsilin úr 48 upp í 50 vikur - haraftrat skulu foreldur fáa umsorganardagar til barnið er 7 ár. Umsorganardagarnir eru 50 í alt, frá at foreldrini eru farin aftur til arbeiðis, til barnið fyllir 7 ár.

Javnaðarflokkurin vil haraftrat hækka inngjaldið til barsilsskipanina úr 0,71 prosentum til 0,8 prosent. Barsilsfarloyvið er í hesum valskeiðinum longt úr 38 upp í 48 vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151