- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava fingið bókstavirnar K og L

Framtakið hevur fingið bókstavin K og Føroyaflokkurin hevur fingið bókstavin L, nú løgtingsval verður 31. august.
Hinir flokkarnir - teir, sum eisini hava stillað upp til onnur løgtingsval - varðveita sínar bókstavir. Níggju flokkar stilla upp hesaferð.
Freistin er 17. august
Leygardagin 17. august klokkan 18:00 er seinasta freist at lata valevnislistar inn til forkvinnuna í løgtingsvalnevndini. Í mesta lagi 43 valevni kunnu vera á einum valevnislista.
Sambært kunngerðini um løgtingsvalið kann valevnislisti ikki hava fleiri valevni enn tíggju fleiri enn løgtingslimirnir, sum skulu veljast.
Í Løgtingsvalnevndini eru Malan Johansen, forkvinna, Bárður Larsen og Jógvan Amonsen.